Bob Dylan
Triðja dagin eftir
Hvølda øskan róðar og sigur ræt at
Tú nú hevur livað ein fullan dag afturat
Plátan sum enn melur og tú legði á ígjár
Skal hon mala allan morgun og túsind ókomin ár
Savnar saman stubbar av minnnum frá ígjár
Skeitir eftir songini hvør var tað sum har lá
Her situr særdur kappi og sleikir síni sár
Honum tað bjarga tær í morgun og túsund ókomin ár
Í høvdi tínum lívir tað sum tá ið tað var nú
Samviskan tín rópar tað var tú ja tað var tú
Hvat kann bjarga tær frá belsebubb eitt lættkeypt bønartár
Kann tað bjarga tær í morgun inn í túsund ókomin ár
Á gólvi føtur fjakka inn millum spýggjuskvett
Brátt so dagurin sá sína fystu sigarett
Tey láu á nátthúsið kennast tung og svár
Og ling sum allur morgunin og túsund ókomin ár
Heilin spyr ein spurning tú svarar bæði og
Skalt tú fara tær í skápið har er ein hálv pernod
Tú hólmar støðan hevjast móti hæddum frá ígjár
Brátt hvørvur hesin morgunin í túsund ókomin ár